35 hval lagt beinini

Grindin, sum varð funnin út fyri Kvívík umleið klokkan 13, hevur nú lagt beinini í Vestmanna.

Grindin, sum varð funnin út fyri Kvívík umleið klokkan 13, hevur nú lagt beinini í Vestmanna.

 

Fyrsta metingin segði annars 55 hval, men nú grindin er hildin til heldur tað talið ikki.

 

Vakthavandi á politistøðini sigur, at menn nú meta talið at vera 35 hval.

 

Einir 15 bátar vóru við í drápinum, sum var av klokkan 14.20 nú seinnapartin.