Tað stóra álopið, sum Taliban gjørdi í afghanska høvuðsstaðnum Kabul í dag, var nógv blóðugari, enn tey fyrstu tíðindini vildu vera við. Upprunaliga varð sagt, at álopið hevði kravt eitt mannalív, men Los Angeles Times skrivar í kvøld, at nógv fleiri fólk hava latið lív.
Sambært amerikanska blaðnum eru meiri enn 35 fólk deyð í teimum nógvu spreingingunum, sum vóru á sendistovum og stjórnarskrivstovum. Keldurnar hjá Los Angeles Times siga, at 19 álopsmenn, 11 løgreglumenn og fimm sivilfólk lógu eftirá.
Taliban hevur átikið sær ábyrgdina av álopinum, men amerikanski sendiharrin í Kabul heldur ikki, at tað var Taliban. Hann heldur, at tað var ein felagsskapur, ið nevnir seg Haqqani-kervið.










