35 eru sloppin inn á læraraútbúgvingina

298 hava fingið tilboð um lestrarpláss á Fróðskaparsetrinum komandi lestrarár. Bíðilisti er til fimm útbúgvingar. Hægsta kravið til miðaltal er til læraraútbúgvingina.

Í farnu viku fingu 298 umsøkjarar boð um, at tey hava fingið lestrarpláss á Fróðskaparsetri Føroya komandi lestrarár. Lestrarskrivstovan á Setrinum hevur givið øllum umsøkjarum svar. Á heimasíðuni hjá Setrinum kunnu vit lesa, at nøkur eru ikki skikkað og hava fingið noktandi svar, onnur eru komin á bíðilista, og so hava 298 skikkaðir umsøkjarar fingið tilboð um lestrarpláss. 

 

Hetta skrivar Skúlablaðið á netinum.

 

Bíðilisti er til fimm útbúgvingar, og fyri at sleppa inn á tær er kravið í minsta lagi hesi miðaltøl:

 

Fólkaskúlalærari      7,5

Sjúkrarøktarfrøði     7,1

Lívfrøði                        6,9

Mýlalívsvísindi          5,2

Námsfrøði                  3,2 

 

Á summum útbúgvingum eru lestrarplássini fleiri í tali enn talið á umsóknum, og ein grund er til tað. Umsøkjaratalið verður gjørt upp eftir fremstu raðfesting hjá umsøkjarunum, og fleiri hava fingið tilboð um lestrarpláss á tí útbúgvingini, sum tey hava valt sum sína aðru raðfesting í umsóknini.  

 

Tey 298, sum hava fingið tilboð um lestrarpláss, hava nú freist til klokkan 24:00 tann 1. august til at vátta, at tey taka av plássinum. Á heimasíðuni hjá Setrinum sæst yvirlit yvir tal á umsóknum og lutaðum lestrarplássum.