Tá KÍ í kvøld rennur inn á vøllin á Svangaskarði, er tað níggjunda ferðin, at teir fara at royna seg í Europa Cup. KÍ var fyrsta føroyska liðið, sum spældi á heimavølli í Europa Cup. Tað var 19. august í 1992. Mótstøðuliðið var Skonk Riga, sum vann 3-1. Olgar Danielsen skoraði málið hjá KÍ. Í teimum átta dystunum higartil hevur KÍ skorað seks mál. Olgar Danielsen hevur skorað fimm, og Kurt Mørkøre hevur skorað eitt.
Fýra eru framvegis við
Í teimum átta altjóða dystunum hava 34 spælarar umboðað KÍ. Av teimum, sum vóru við í 1992, eru fýra við í 1. deildarhópinum í ár. Teir eru Harley Bertholdsen, Jan Andreasen, Jan Joensen og Fríðin Ziskason. Fríðin hevur ikki spælt nógv tey seinnu árini, men hann hevur vant nógv í ár, og hann var í vikuskiftinum við á Svangaskarði.
John Ryan var við í 1992, og hann hevur spælt við KÍ í ár. Men hann heldur seg ikki hava tíð at vera við í Europa Cup hesa ferð.
Jan Andreasen, Harley Bertholdsen og Jan Joensen eru einastu KÍararnir, sum hava verið við í øllum átta dystunum. Men eingin teirra hevur spælt 90 minuttir allar átta ferðirnar. Jan Andreasen varð útskiftur í seinna dystinum í 1992. Annars hevur hann spælt alla tíðina hvørja ferð. Jan Joensen varð eisini útskiftur í seinna dystinum í 1992. Í hinum sjey dystunum hevur hann spælt alla tíðina. Í fýra dystum hevur Harley Bertholdsen verið innskiftur ella útskiftur.
Vita hvat tað
snýr seg um
Klaksvíkingar hava vant dúgliga seinastu vikurnar. Teir vóru á Svangaskarði fríggjadagin, leygardagin og aftur sunnudagin, og í gjárkvøldið skuldu teir fara út aftur. Teir skuldu halda til í ítrottarhúsinum inntil í kvøld.
? Vit vita, at mótstøðan verður stór, men vit fara at gera okkara besta. Vit skulu í hvussu so er vera betur fyri, enn vit vóru á heimavøllinum í fjør, tá vit taptu 5-0 og spældu stak vánaliga, sigur Harley Bertholdsen.
Eingin ivi er um, at mót-støðuliðið í kvøld er væl betri, enn tað var í fjør.
KÍ er einasta føroyska liðið, sum hevur vunnið í Europa Cup. 24. august í 1995 vunnu teir 3-2 á Svangaskarði ímóti ísraelska Maccabi Haifa.
Samlaði málmunurin í teimum átta dystunum higartil er 6-30.
jh