Hvørja ferð tað verða rindaðar hundrað krónur í kommunuskatti í Føroyum, so renna 41,58 krónur niður í kassan hjá høvuðsstaðarkommununi. Tað kemst sjálvandi av, at samantaldu inntøkurnar í høvuðsstaðnum eru lutfalsliga so stórar.
Skattaprosentið í Tórhavnar kommunu var bæði í fjør og í fyrraárið 20,25, sum er nakað lægri enn miðal skattaprosentið fyri allar kommunurnar. Tað var í fjør 21,16.
Í fjør var lutfalsligi vøksturin í skatti í høvuðsstaðnum 5,46 prosent, sum er eitt sindur lægri enn lutfalsligi vøksturin í øllum kommununum. Hann var 6,15 prosent.
Í krónum var vøksturin í kommunuskattinum í Tórshavnar kommunu so nógv størri, enn í nakrari aðrari kommunu. Tað runnu 34.386.438 fleiri krónur í kommunukassan í Havn í fjør, enn tað gjørdu í fyrraárið. Samlaði kommunuskatturin var í fjør 664.657.751 krónur. Í fyrraárið var hann 630.271.313 krónur.