3,4 milliónir krónur eftir trimum árum

Føroyingar hava av álvara tikið fíggingarportalin Hópfígging til sín.

Hvat hava barnakaffistovan Olivia, smátturnar uppi á deildini í Mikladali, føroyskt urtaté og føroyska parfuman Siba til felags?

 

Hetta eru alt verkætlanir, sum eru blivnar til veruleika, millum annað við stuðli umvegis fíggingarportalin Hópfígging. Við smærri mongdum av kapitali frá íleggjarum og stuðlum, hava higartil 26 verkætlanir fingið fígging til teirra verkætlan tann vegin.

 

– Fyri ein íverkseta er fíggjarligur stuðul til tíðir ein trupul mannagongd at skula ígjøgnum, tá vanligi stuðulsmøguleikin úr banka ella við stuðli frá øðrum aktørum, verður troyttur. Hópfíggingarportalurin er tá ein frálíkur møguleiki hjá føroyskum vinnuspírum, at gera dreym til veruleika, siga tey úr Íverksetarahúsinum.

 

Við trimum árum og 26 verkætlanum á baki, hava einstaklingar, fyritøkur og onnur áhugaði, stuðlað við tilsamans góðum 3,4 milliónum krónum.

 

– Nú hópfíggingarportalurin hevur trý ár á baki kann róliga sigast, at føroyskir vinnuspírar hava tikið hópfíggingarportalin til sín, siga tey úr Íverksetarahúsinum.

 

Tað er Íverksetarahúsið, saman við Vinnuframa og Visit Faroe Islands, ið hava tikið stig til hópfíggingarportalin. Í samstarvi við íslendsku fyritøkuna Karolina Fund, ið hevur ment portalin, er tað Íverksetarahúsið, ið umsitur portalin.

 

Endamálið við Hópfígging er at stuðla undir og menna íverksetan í Føroyum við at geva íverksetarum ein nýggja fíggingarmøguleika og á tann hátt at gera tað lættari hjá íverksetarum og íleggjarum at finna hvønn annan.