34 mió fyri enn eitt ár

Saudi-Arabiska felagið, Al Ittihad vil hava portugisiska Louis Figo at taka enn eitt ár sum fótbóltsspælari. Fyrrverandi besti spælarin í heiminum situr í dag fyri tað mesta á beinkinum hjá Inter, og 34 ára gamli spælarin hevur eisini sagt, at hetta helst verður seinasta ár hansara sum fótbóltsspælari. Saudi-Arabiska felagið vil tó heldur enn gjarna hava, at Figo tekur enn eitt ár, og tí hava teir boðið honum ein sáttmála, sum komandi árið skal geva spælaranum ikki minni enn 34 milliónir krónur.