34 deyð í eldi í Bangladesh

Í minstalagi 34 fólk doyðu, tá eldur kom í fleiri eldri hús í høvuðsstaðnum í Bangladesh, Dhaka í dag, men myndugleikarnir bera ótta fyri, at eldsbrunin kann hava kravt uppaftur fleiri mannalív.

Sambært myndugleikunum kyknaði eldurin aftan á eina spreinging í el-skipanini, og hann breiddi seg til fleiri handilshús og skrivstovubygningar, áðrenn sløkkiliðsmenninir komu á staðið.

Bjargingarfólk siga í kvøld, at fleiri bygningar eru rapaðir, og teir stúra fyri, at fleiri fólk liggja undir teimum rapaðu húsunum. Bjargingarliðini hava funnið fleiri fólk, sum eru løstað, og sum skilst eru fleiri teirra í lívsvanda.