34.939 kunnu velja

Valkortini verða í hesum døgum send út, og so sleppa teir knappliga 35.000 føroyingarnir, ið hava valrætt, at velja nýtt løgting Leygardagin verður løgtingsval, og nú eru valkortini hjá veljarunum við at verða borin í postkassarnar kring landið.

Innlendismálaráðið, ið umsitur vallógina, boðar frá, at 34.939 føroyingar hesa ferð hava valrætt. Av hesum eru 118 føroyingar, ið eru lesandi uttanlands, verður sagt í tíðindaskrivinum.