332 tons á søluni í morgun

Fiskivinna

Á telefonsøluni og á gólvinum hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun vóru tilsamans 332 tons til sølu.
Høgni Hansen á Fiskamarknaði Føroya sigur, at eini 84.000 pund av útróðrarfiski vóru á gólvsøluni; umleið helmingurin á Toftum og hin helmingurin í Klaksvík, Sørvági, Tvøroyri og í Vági.
Aftrat hesum vóru einar 29 telefonsølur tilsamans.

Fallin nakað
Spurdur, um fiskaprísurin er fallin, nú so nógv er á marknaðinum, sigur Høgni, at prísurin á hýsu er fallin nakað, meðan prísurin á toski framvegis er støðugur og góður.
- Hýsan, sum útróðrarbátarnir fingu í gjár, er í stóran mun hýsa 3, og her er prísurin fallin umleið eina krónu fyri kilo  úr umleið 10 krónum niður í 9.
Hann heldur, at hugsandi er, at hýsuprísurin fer nakað longur niður, um talið av útróðrarbátum verður líka stórt í morgin, sum væntandi er, nú veðrið framvegis er so gott.

Á telefonini
Høgni Hansen sigur, at fleiri útróðrarbátar, sum hava fiskin í ísvatni og hava meira enn eini tvey tons, plaga at selja fiskin um telefonsøluna.
- Men tað eru eisini fleiri bátar, sum selja fiskin á gólvinum, ið hava fiskin í ísvatni, sigur hann.