332 kilometrar á hjólhesti

Kappingin verður hildin í 5 dagar, har ein kapping er um dagin. Málið hvønn dagin liggur við eina av Statoil støðunum runt landið. Kappast verður soleiðis:

 

1. teinur Einkultstartur í Klaksvík 8 km

2. teinur Landavegssúkkling í Eysturoy 105 km

3. teinur Einkultstartur í Sandoynni 22 km

4. teinur Landavegssúkkling í Suðuroy 77 km

5. teinur Landavegssúkkling í Streymoy 120 km.

 

Samanlagt verða súkklaðir 332 km. Høvuðskappingin er kappingin um bláu troyggjuna, hana vinnur tann sum er skjótastur á øllum teinunum tilsamans.

Kappingin um fjallatroyggjuna vinnur tann, sum er skjótastur niðan um ymsar útvaldar brekkur, sum liggja á leiðini har kappingin er.

Kvinnur og menn súkkla saman, men kappast um hvør sín heiður. Eisini er ein kapping millum yngru súkklararnar.

Flestu luttakararnir eru úr Føroyum, Danmark og Íslandi. Vanligt er eisini at fleiri motiónistar eru við bara fyri at gjøgnumføra kappingina.

Meira fæst at vita um kappingina á heimasíðuni hjá Tórshavnar Súkklufelag www.tsf.fo