Tað gekk avbera væl hjá Operation Christmas Child at savna inn gávur til neyðstødd børn. Í ár vórðu savnaðar 3.291 eskjur inn. Skipanin er hon, at børnini lata gávulutir í eina skógvaeskju, sum síðani verður send kring allan heimin ? í ár fara tær føroysku skógvaeskjurnar til fátøk, foreldraleys, sjúk børn og onnur í londunum Kyrgyzistan, Rumenia og í Serbia.
Børn úr 45 ymiskum føroyskum samkomum, kirkjum og felagsskapum savnaðu hesar saman, og tá gjørt varð upp vóru í alt slakar 3300 skógvaeskjur komnar inn, og eru hetta 1000 eisini tað mesta sum nakrantíð hevur verið savnað inn í Føroyum.
- Hetta er 6. árið at slíkar gávur verða savnaðar inn í Føroyum. Hesi árini eru savnaðar 14.000 eskjur inn, upplýsa tveir av stigtakarunum, Durita Djurholm og Beinta Áargarð frá Operation Christmas Child við heimasíðuna hjá samkomuni Lívdini í Hoyvík.









