3300 ólavsøkugestir við Atlantsflogi

Seinastu tríggjar dagarnar eru 25 flogfør við 3300 ólavsøkugestum lend í Vágum

Tey eru mong, sum hava passað sær tað soleiðis, at tey eru heima á ólavsøku.

Atlantsflog hevur seinastu tríggjar dagarnar flogið 25 ferðir við nærum fullsettum flogførum til Føroya. Fløgførini eru komin úr Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Reykjavík og Bergen.

Tað hevur gingið upp á stás, og Atlantsflog sigur, at talan hevur verið um væl hýrdar og spentar ólavsøkugestir.

Fimm flogfør hjá Atlantsflogi aftrat lenda í Vágum í dag – tvey úr Keypmannahavn, eitt úr Aalborg, eitt úr Bergen og eitt úr Murmansk.