330 ung á novemberlegum

Síðsta vikuskifti var seinna nov­emberlegan, sum Heim­a­missiónin skipaði fyri. Tann fyrra var fyrsta vik­u­skifti í august, meðan tann seinna var vikuskiftið eftir. Pól Johannesen er ungdómsráðgevi hjá Heim­a­missiónini. Hann letur væl at báð­um legunum.

- Fyrra legan var rættiliga rok­a­lig. Hon var fyri 7. og 8. flokk. Hon eydnaðist tó væl, og vit halda, at luttakararnir vóru væl nøgd­ir. Har vóru 180 luttakarar og eini 40 leiðarar.
- Seinna legan var fyri 8.-10. flokk. Har vóru 150 luttakarar og umleið 35 leiðarar. Har er stór­ur munur á hasum báðum ald­urs­bólkunum, og tí varð seinna legan ikki eins rokalig og tann fyrra, sigur Pól.
Keðiliga veðrið í viku­skift­u­num kom ikki so væl við.
- Tað var sera keðiligt veð­ur, og tí høvdu vit allar breyt­ir­nar innandura. Men tað riggaði eisini sera væl. Tað vóru bíbiltímar um dagin og møtið um kvøldið. Afturat tí, høvdu leiðararnir andakt á kømr­u­num. Evnið fyri legurnar var "Hvar er Gud í øllum?".
Landsungdómsnevndin í Heim­a­missiónini hevur ikki havt eftirmeting enn, men Pól hev­u­r eina fatan av, at báðar leg­ur­nar hava verið góðar.
- Vit skulu tosa um legurnar og finna útav, hvussu vit gera næsta ár. Leguhúsið í Nesvík er í so lítið til tey nógvu ungu, so vit noyðast kanska at hugsa øðr­vísi næsta ár, sigur Pól Jo­hann­esen at enda.