Tíðindaskriv:
Endamálið hjá Betri Stuðul er at skapa tryggleika gjøgnum stuðul til samfelagsgagnligt virksemi. 
Betri Stuðul hevur lagt dent á at menna vitan og vísindi í Føroyum og á henda hátt verða við til at styrkja okkum sum samfelag. 
Einaferð um árið verður stuðul latin granskarum og í ár, varð stuðul latin til hesar granskarar: 
•    Esther Djurhuus, Phd lesandi, Fróðskaparsetrið, Kenslulig møði hjá umsorganarstarvsfólki 
•    Vár Honnudóttur, Phd lesandi, Fróðskaparsetrið, Sosialur ójavni í heilsu, trivnaði og sjúku í Føroyum
•    Jana Mortensen, Phd lesandi, Fróðskaparsetrið, Parkinsonsjúka og lívsgóðska
•    Helgi Winther Olsen Phd lesandi og Bára Berghamar Danielsen, Phd lesandi, Fróðskaparsetrið, rørsluátakið Ver Virkin
•    Bárður Joensen, Fróðskaparsetrið, kanning av aldueginleikum
•    Sissal M. Rasmussen, Fróðskaparsetrið, kanning av føroyska málinum
•    Tórur Sjúrðarson, Fróðskaparsetrið, kanning um  kolestorol og venjing 
•    Tróndur M. Sandoy, Fróðskaparsetrið, kanning um hvat vit kunnu læra av EXIT Føroyar
•    August G. Wang, Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum, ultraljóð til intravenøsa atgongd til krabbasjúklingar 
•    Elma á Geilini Ortind, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, kostkanning
•    Turið Poulsen, Veðurstova Føroya, vindatlas 
• Karin Margretha Húsgarð Larsen, Havstovan, rák í Bankarennuni
18 umsóknir vóru og samanlagt varð søkt um góðar 7 mió.kr.
##med2##
August 2024, Betri Stuðul











