33 milliónir til íløgur á almannaøkinum

Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur fingið avsett 33 milliónir krónur til íløgur í stovnar og sambýli til fólk við ymiskum serligum tørvi.

Størsta einstaka íløgan í hesum pakkanum er til økisdepilin í Vági. Her skulu 18 milliónir krónur brúkast til 10 íbúðir til sinnisveik, sum verða samskipaðar við ellis- og røktarheimið í Vági. Væntandi verður byggingin liðug í 2011.

Sjey milliónir krónur eru í ár settar av til fyrireiking og bygging av einum tíðarhóskandi stovni til fjølbrekað børn. Hesin stovnurin skal koma í staðin fyri Reiðrið í Eysturoynni. Ætlandi skal arbeiðið byrja næsta ár, sigur almannamálaráðið í tíðindaskrivi.

Fimm milliónir krónur eru settar av til sambýli í Tórshavn. Hetta sambýlið skal hýsa 16 sálarsjúkum fólkum. Sambært meting hjá Landsverk, fer hetta nýggja sambýlið at kosta tilsamans 16 milliónir krónur. Eftir ætlan frá september 2009 verður farið undir arbeiðið í ár, og bygningurin skal vera liðugur við ársenda 2010. Fundur verður millum Almannamálaráðið og Landsverk um útgreinaða kostnaðarmeting. Byggitíðin verður síðani tillagað fíggjarkarminum.

Ein millión krónur eru settar av til at fyrireika ungdómsbúðir til børn og ung við serligum tørvi, og til at fyrireika sambýli til fólk við heilaskaða.

Eisini Alvskúlin fær tvær milliónir krónur í fíggjarlógaruppskotinum. Talan er um liðuggerð av atkomuviðurskiftunum bæði innan og uttan, og um broytingar av eitt nú vesiviðurskiftunum, skrivar almannamálaráðið.