33 miljónir eftir skatt í løn um árið

Tað fer veruliga at loysa seg fíggjarliga hjá David de Gea at flyta heimaftur til Madrid

Nú skal tað sambært summum sponskum miðlum verða púra víst; David de Gea, málverji sigur farvæl við Manchester United, og fer at standa millum stengurnar hjá Real Madrid.

 

Sambært spanska høvuðsstaðarblaðnum, El Confidencial hava sakførarar hjá Real Madrid og Manchester United skrivað ein sáttmála fyri fleiri vikum síðani á einum fundi, sum var hildin í London. 

 

Sambært spanska blaðnum kemur David de Gea at vinna eina upphædd eftir skatt um árið, sum svarar til 33 miljónir krónur um árið í okkara peningi. El Confidencial skrivar, at sáttmálan er heima, men hann verður ikki almannakunngjørdur, fyrrenn Iker Casillas fer úr Real Madrid til eitt annað felag. Fyribils venur David de Gea enn við Manchester United.

 

Sambært Manchester Evening News fer ferðslan eisini at ganga hinvegin. Har verður lagt upp til, at miðverjin hjá Real Madrid, Sergio Ramos skal verða ávegis til Manchester United at styrkja um verjuna, sum ikki stóð seg serliga væl farna kappingarár. 

 

David de Gea kemur at kosta Real Madrid eina upphædd, sum svarar til 345 miljónir krónur í okkara peningi.