Á hvørjum ári skipar 10. flokkur í Vestmanna fyri einari verkætlan, har latið verður upp til flokkin at gera av, hvat arbeitt verður við. Og í ár varð gjørt av at talan skuldi vera um eina felags verkætlan.
- Vit hildu, at Krabbameinsfelagið arbeiðir við einari góðari sak, og tað var meiriluti fyri, at gera eina innsavning, har peningurin skuldi fara til hendan sjálvbodna felagsskapin. Vit kenna øll onkran, sum er raktur av sjúkuni, sigur Bjartur Isaksen.
Tað eru 14 dagar síðani, at verkætlanin tók form, og í síðstu viku var skipað fyri einari tónleikacefé í Vestmanna, har ymiskt varð seld, og eisini skipaði flokkurin fyri tombola.
- Har vóru tónleikaframførslur og listaframsýning, og so hava vit eisini skipað fyri tveimum tombola og einum barnadiskoteki, sigur Bjartur Isaksen.
Kennist væl
Innsavningin hevur gingið ógvuliga væl.
- Allarflestu støð, ið vit vitjaðu, vóru til reiðar at rætta eina hjálpandi hond, og tað var ógvuliga fáa staðni, har tey ikki fingu hjálpt, sigur Jákup Djurhuus Kjærbæk.
Hesaferð var verkæltlanin er felags verkætlan, men tað er tað kortini ikki neyðturviliga á hvørjum ári.
- Hesaferð gjørdist tað so til eina felags verkætlan, og vit velja sjálvi hvat vit vilja arbeiða við, sigur Jákup Djurhuus Kjærbæk.
10. flokkurin er sjálvandi vælnøgdur við at hava savnað so nógvan pening inn til eitt so týdningarmikið arbeiði, sum Krabbameinsfelagið ger.
- Tað kennist ógvuliga væl, eru teir báðir, Bjartur Isaksen og Jákup Djurhuus Kærbær samdir um.
Nógvir pengar
Í morgun kundi 10. flokkur so handa formanninum í Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen, ein kekk áljóðandi 33.245,50, sum er úrslitið av peningainnsavnanini.
Formaðurin var sum vera man fegin um hesa óvæntaðu hjálpina og segði, at felagið hevur ovmikið av uppgávum at nýta peningin til, og nýtti eisini høvið at takka Vestmanna skúla og 10. flokki fyri stórfingnu gávuna.
- Fyrst og fremst vil eg takka 10. flokki í Vestmanna skúla fyri at hava valt Krabbameinsfelagið. Tað vísir, at tey seta prís upp á tað arbeiði, vit gera, samstundis sum eg eisini fegnist um, at tað eru ung fólk, sum seta fokus á krabbamein. So vit eru stak fegin um, at tey hava hugsað um okkum, sigur Jákup N. Olsen.
Hann vísti á, at Krabbameinsfelagið er ein sjálvboðin felagsskapur, sum ikki fær nakran almennan stuðul, og tí eru slíkar gávur sera væl komnar.
- Vit hava í løtuni eini 40 fólk, sum arbeiða sjálvboðin hjá okkum, umframt tvey, sum eru professionelt knýtt at felagnum, so slíkar peningagávur eru ótrúliga væl komnar, sigur Jákup N. Olsen.








