3,28 prosent meiri í landsskatti

Eftirlønarskatturin var meiri enn 13 prosent hægri fyrsta fjórðingarár, enn hann var sama tíðarskeið í fjør

Landsskatturin fyrsta fjórðingsár í ár var 3,28 prosent hægri, enn hann var fyrsta fjórðingsár í fjør. Tað vísir fyribilsuppgerðin hjá TAKS.

Tey 3,28 prosentini svara til 9.853.292 krónur. Uppgerðin vísir, at landsskatturin januar-mars í ár var 310.716.236 krónur. Í fjør var hann 300.862.307 krónur.

 

Efitlønarskatturin fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár var 13,24 prosent hægri, enn hann var somu mánaðir í fjør. Frá januar og til mars í ár komu 63.327.282 krónur inn í eftirlønarskatti. Somu mánaðir í fjør var talið 55.922.057 krónur. Meirinntøkan er 7.405.225 krónur.

 

Lutfalsliga vóru skattainntøkur hjá landinum størri í mars, enn tær samantalt vóru fyri fyrsta fjórðingsárið í ár. Í mars var landsskatturin 3,77 prosent hægri, meðan hann januar-mars var 3,28 prosent hægri. Eftirlønarskatturin var 15,57 prosent hægri í mars enn sama mánað í fjør. Fyrsta fjórðingsárið var eftirlønarskatturin 13,24 prosent hægri enn sama mánað í fjør.

Bæði í fjør og í ár eru páskirnar í apríl mánað.