Í fjør vendu kvinnur sær 328 ferðir til Kvinnuhúsið at biðja um hjálp. Men harafturat vendu eisini 42 menn sær til Kvinnuhúsið av ymsum orsøkin, eitt nú við boðum til kvinnur, sum gistu á Kvinnuhúsinum, men eisini í ávísum førum, tí teir leitaðu sær hjálp av ymsum slagi. Umframt tað, fekk Kvinnuhúsið eisini 233 áheitanir og fyrispurningar mynduleikum, verkætlanum, ymiskum felagsskapum, stovnum og øðrum
Sostatt fekk Kvinnuhúsið tilsamans 603 fráboðanir í fjør og tað er áleið tað, sum hevur verið vanligt nú í nøkur ár. Hetta sigur Kvinnuhúsfelagið, nú tey hava havt aðalfund. Allar tær 328 kvinnurnar, sum vendu sær til Kvinnuhúsið í fjør, høvdu verið fyri harðskapi. Men hjá summum vóru eisini aðrar orsøkir til, at tey vendu sær til Kvinnuhúsið, eitt nú misbrúk, mentananarligir munir og annað.
Av áheitanunum Kvinnuhúsið fekk frá kvinnum, vóru 250 áheitanir frá Kvinnum, sum áður høvdu verið í sambandi við Kvinnuhúsið og áheitanir vóru frá kvinnum, sum vendu sær til Kvinnuhúsið fyri fyrstu ferð.
Tilsamans gistu 15 kvinnur og 10 børn gistu á Kreppumiðstøðini í fjør og tað er áleið tað sama, sum tað hevur verið. Av hesum gistu fimm kvinnur fyri fyrstu ferð, fýra fyri aðru ferð og seks kvinnur gistu fyri triðju ferð. Av teimum fluttu seks heimaftur til mannin og tvær fingu sær nýggjan bústað og sjey av kvinnunum funnu aðrar loysnir.
Í nevndini í Kvinnuhúsfelagnum sita Beinta Hilduberg, forkvinna, Toril Waag Olsen, næstforkvinna, Richa Richardsdóttir, kassarøkil, Ragnhild Olsen og Jórun Splidt. Í nevndini í Kvinnuhúsgrunninum sita Winny í Pætursastovu og Tordis Mohr umboðandi Kvinnuhúsfelagið, og Poula Lervig umboðandi Kvinnusamskipan Føroya.
Kvinnufelagið harmast um og átalar, at Sjálvhjálpin misti játtanina á fíggjarlógini, so at hon datt niðurfyri.
Kvinnuhúsfelagið rak Sjálvhjálpina, sum varð sett á stovn í 2007 og hon var bæði fyri kvinnur og menn. - Nú standa vit aftur í teirri støðu, at vit onki stað hava at vísa pørum, kvinnum og monnum á, har tey kunnu fáa óhefta og ókeypis ráðgeving og viðtalur, sigur felagið. Felagið heldur, at hetta hevur so stóran týdning, at tey eru samd um, at gera vart við hetta alment at vísa á at tey taka frástøðu frá avgerðini um at strika játtanina til Sjálvhjálpina.
|