325 undirskriftir handaðar Helenu Dam á Neystabø

Undirskriftirnar fyri at gera Kommunuskúlan um til mentanarhús eru handaðar kommununi

Undirskriftirnar fyri at gera Kommunuskúlan um til mentanarhús blivu handaðar Helenu Dam á Neystabø, forkvinnu í Mentanarnevndini í Tórshavnar kommunu í dag. “Tað eru komnar 325 undirskriftir,” sigur Sóley Danielsen.  Hetta er fyrstu ferð, at tørvurin hjá listafólki fyri arbeiðs- og venjingarrúmi er kannaður," sigur hon og peikar á, at tað fyrr ikki hevur verið nakað ítøkiligt tal fyri, hvussu nógv listafólk mangla eitt arbeiðsrúm, ella hvussu nógvir tónleikarar mangla eitt stað at venja.

 

Les eisini Kommunuskúlin skal vera mentanarhús

 

Ætlanin er, at listaBumban skal vera eitt stað, har listafólk kunnu leiga seg inn í skúlastovur at venja ella nýta sum atelier. “Hetta verður fantastiskt fyri Havnina, fyri miðbýin og fyri listaumhvørvi í Føroyum sum heild, har ein kann skapa eitt miljø, har allar tær ymiskar listagreinar kunnu møtast og fáa inspiratión hjá hvørjum øðrum,” sigur Sóley Danielsen.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna millum Sóley Danielsen og Rólant Waag Dam í tíðindunum á Rás 2.