325 nýggir smittutilburðir í Noregi

Seinastu tvey samdøgrini hevur Noreg havt 757 nýggjar koronu-tilburðir, og tølini veksa í flestu kommunum.

 

Í gjár - týsdagin - vórðu tilsamans 325 nýggir smittutilburðir staðfestir í Noregi. Mánadagin vórðu eisini fleiri nýggir smittutilburðir, og samlaða talið fyri hesi bæði samdøgrini var heili 757.

Nýggjastu tølini siga, at nú hevur Noreg havt tilsamans 18.666 smittutilburðir við korona, og tølini veksa hvønn dag. Flestu kommunur í landinum hava veksandi tøl, og Noreg hevur eins og fleiri onnur lond sett trong tiltøk í verk.

Í løtuni eru 53 fólk í Noregi innløgd, og hetta er eitt nógv størri tal, enn tað áður hevur verið. Fara vit nakrar fáar vikur aftur, lá talið av innløgdum við covid-19 millum 16 og 20. Nú eru 280 fólk í Noregi deyð við - ella av - covid-19.