325.000 krónur blivu játtaðar til 11 verkætlanir, tá limirnir í Felagsgrunninum Vestnordisk Hovedstadsfond Nuuk, Reykjavík, Tórshavn í gjár høvdu sín árliga fund. Tórshavnar kommuna er vertur fyri fundin á hesum sinni.
22 umsóknir vóru til grunnin í ár og fekk helmingurin av teimum játtað stuðul, ið verður latin til mentan, undirvísing og ítrótt.
- Endamálið við grunninum er at styrkja vitan og samstarv millum borgarar og politikarar í teimum trimum kommununum Sermersooq kommunu, Reykjavíkar kommunu og Tórshavnar kommunu við at stuðla virksemi innan mentan, undirvísing og ítrótt. Ognin í grunninum er tann peningur, sum tær tríggjar kommunurnar á hvørjum ári játta til grunnin, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.
Í stýrinum fyri grunnin eru nýggju limir, teir eru borgarstjórin og tveir býráðslimir / kommunustýrislimir úr hvørjari kommunu. Í stýrinum sita fyri Tórshavn: Annika Olsen, borgarstjóri, Gunvør Balle, varaborgarstjóri, og Heðin Mortensen, 2. varaborgarstjóri. fyri Reykjavík: Dagur B. Eggertsson, borgarstjóri, Dóra Björt Guðjónsdóttir, býráðsformaður, og Eyþór Laxdal Arnalds, byráðslimur, og fyri Nuuk Asii Chemnitz Narup, borgarstjóri, Charlotte Ludvigsen, kommunustýrislimur, og Justus Hansen, kommunustýrislimur.









