323 minuttir uttan mál

Talan var um stóra forloysing hjá HB, tá Jákup á Borg beint undan steðginum skoraði til 1-0 móti NSÍ. Seinasta Formula-málið hjá HB undan hesum var, tá Mortan úr Hørg eftir 82 minuttum av 3. umfari skoraði sigursmálið í 2-1 sigrinum hjá HB í Klaksvík. Við øðrum orðum vardi málturkurin hjá HB heili 323 minuttir á hesum sinni.