Fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin vórðu 3.229 fólk koppsett fyri covid-19. 691 fólk fingu fyrra prikið, og 2.538 fólk fingu tað seinna.
Nú hava 32.477 fólk fingið fyrru koppsetingina. 24.348 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.
Tilsamans 56.825 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum. Koppsetingarbólkurin metir, at omanfyri 80.000 prik skulu gerast fyri at fáa sonevnda flokkimmunitetin.