»Taka tygum undir við at Hvannasunds kommuna og Klaksvíkar kommuna verða lagdar saman í eina kommunu?«, ljóðar spurningurin. Í kvøld fæst svarið uppá henda spurningin. Fyri lítlari løtu síðani lat valhølið í skúlanum á Fossánesi upp. Í dag skulu íbúgvararnir í Hvannasunds kommunu nevniliga taka støðu til, hvørt kommunan skal fara upp í Klaksvíkar kommunu og sum seinni verður til ta stóru Norðoya Kommunu.
Fyrsti veljarin kom fimm minuttir eftir at valhølið lat upp, og tann næsti eina lítla løtu seinni. Ikki fyrrenn eftir klokkan 20 í kvøld verður greitt, um fólkið hevur somu hugsan sum meirilutin í bygdaráðnum sum fegin vil leggja saman við Klaksvík.
Líkt er til, at fólkið í kommununi gera sína skyldu, tá val hava verið hildin. Vanliga er valluttøkan uppá 90 prosent til kommunuval og løgtingsval.
Í kommununi búgva 436 fólk, og av hesum hava 321 teirra valrætt í dag ? 190 í Hvannasundi, 128 í Norðdepli og 3 í Múla.
Ein av limunum í valstýrinum, Súsanna Christiansen upplýsir, at higartil eru komnar 14 brævatkvøður.









