Eik kunnger í dag, at úrslitið fyri 2009 verður munandi verri enn roknað varð við, tá úrslitið fyri triðja ársfjórðing varð lagt fram. Eik skrivar á heimasíðu sínari, at úrslitið fyri 2009 verður eitt hall upp á 310-320 mió kr. Í november varð annars roknað við, at hallið skuldi verða um tær 150 mió kr.
- Úrslitið er sera harmiligt og als ikki nøktandi. Avbjóðingarnar hjá samtakinum eru innan vinnuligar fastognir á danska marknaðinum. Vit arbeiða aktivt og áhaldandi við at skapa loysnir fyri teimum truplu lánunum, sum taka atlit til, at bankin kan endurvinna nakað av niðurskrivingunum sum frálíður. Bankin hevur ikki veitt lán til landbúnað ella rakstrarfígging til danskar fyritøkur, tvey øki sum hava tað trupult í løtuni. Privatkundaøkið og hini virkisøkini í Eik Bank Danmark standa seg væl, og sama kann sigast um føroyska partin, sigur Marner Jacobsen, stjóri.
Víðari verður sagt, at vánaliga úrslitið serliga stavar frá øktum niðurskrivingum upp á vinnuliga fastogn á danska marknaðinum.
Eftir at omanfyri nevnda undirskot er tikið við, var solvensurin ultimo 2009 hjá Eik Banka-samtakinum 11,6%.










