320 fólk til almenna ráðstevnu

Nú seinasta máltíðin verður etin á vinnustevnuni FaroExpo í hesi løtu, og fólk gera seg til reiðar at fara oman í Løkshøll, er geitt, at høllin mest sum verður fultsett. Áhugin fyri almenna partinum av FaroExpo, sum er fyrilestrarrøðin i Løkshøll nú seinnapartin, er stórur.

Pláss er fyri 320 fólkum í høllini, og longu í morgun høvdu 280 fólk teknað seg til hendan partin av FaroExpo.

Fyrireikararnir siga, at fleiri hava teknað seg í morgun, og tá Portalurin fyri løtu síðan var á básinum hjá Virkisráðgevingini, sum fyriskipar tiltakið í Runavík, varð upplýst, at ráðstevnan mest sum er fullteknað.

Í hesi løtu verður seinasta máltíðin etin á vinnustevnuni, sum Hotel Hafnia hevur syrgt fyri, og nú gera fólk seg til reiðar at fara oman í Løkshøll, har stórar vónir eru til fyrilestrarnar, sum verða hildnir undir góðum umstøðum nú seinnapartin.