32 spent ungdómstingfólk

MYNDIR: Klokkan 10 í morgun varð Ungdómstingið sett í Løgtinginum. Tingið er mannað við 32 umboð úr seks skúlum í landinum

Tað var løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, sum beyð teimun 32 umboðunum vælkomnum.

– Í dag og í morgin manna tit ungu Løgtingið, meðan tey, sum vanliga eru í løgtinginum, hava fingið frí, segði Jógvan á Lakjuni.

##med2##

Hesar dagarnar seta næmingarnir dagsskránna í Løgtinginum, og hetta er ein frálíkur møguleiki hjá næmingunum at skifta orð um evni, sum teir halda vera týdningarmikil.
12 uppskot koma til viðgerðar á Ungdóms­tinginum. Tað vóru tey ungu, sum løgdu uppskotini fram.

##med3##

Uppskotini fevna millum annað um valrætt, skúlaviðurskifti, ferðslumál og at banna plasti.

Hetta er sjeyndu ferð, at ungdómsting verður hildið í Føroyum.

Luttakandi flokkarnir umboða Skúlan á Giljanesi, Tvøroyrar skúla, Vágs skúla, Hoyvíkar skúla, Skúlan við Løgmannabreyt ogNám X.

Sí myndir frá ungdómstinginum.

##ms##