32 sendiharrar á vitjan hjá Klaksvíkar kommunu

Í dag var Jógvan Skorheim, borgarstjóri vertur fyri sendiharrum úr 32 londum. Ferðalagið taldi 60 fólk

Í dag var Jógvan Skorheim, borgarstjóri vertur fyri sendiharrum úr 32 londum. Ferðalagið taldi 60 fólk.




Millum sendistovurnar, ið hava umboð við til Føroya, eru USA, Kina, Kanada, Pakistan, Tailand, Póland, Korea, Vjetnam, Ísrael og onnur lond.



Tey høvdu á ferðini til Klaksvíkar eisini vitjað á Bakkafrost. Eftir at borgarstjórin hevði boðið vælkomin, greiddi hann frá lyklatølum úr  Klaksvík. Síðani greiddi David Im frá integratiónspolitikkinum, sum hann hevur orðað til býráðið í samráð við fleiri av teimum meir enn 100 fremmandum, sum hava sett búgv í Norðoyggjum.



Fleiri av sendiharrunum vóru rættiliga áhugaðir í frágreiðingini hjá David Im og hildu við hann “Keep on dooing the good work” – Sjálvandi vildi sendiharrin frá Suður Korea, Young-sam Ma eisini sleppa at heilsa uppá David, sum er ættaður úr Suður Korea og fingu teir eisini stundir at snakka á korianskum eina løtu.



Eftir ein døgurða, sum býráðið beyð, varð farið í Christianskirkjuna at síggja altartalvuna, freskomálningin, Hin stóra kvøldmáltíðin av Jaokim Skovgaard. Eisini varð høvi at síggja listaverkið hjá Edward Fuglø, Jesus úr Nasaret.



Umboðini fyri sendistovurnar fara av landinum aftur mikudagin. Sendimannaliðið úr Keypmannahavn var seinastu ferð í Føroyum í 2011.

 

Fleiri myndir síggjast niðanfyri.

 

Tekstur og myndir: Dávur Winther