32 ára gamal skuldsettur fyri drápsroynd

Ein 32 ára gamal maður er handtikin og skuldsettur fyri drápsroynd. Hendingin fór fram tíðliga í morgun við Viðarlundina í Havn, har tann 32 ára gamli stakk ein 40 ára gamlan mann í hálsin ella høkuna og rýmdi av staðnum.

Tann stungni maðurin leitaði sær hjálp í húsum í grannalagnum og kom soleiðis á sjúkrahúsið. Maðurin er ikki í lívsvanda.

Løgreglann visti, hvør illgerðarmaðurin var, og hann var handtikin stutt eftir. Men órgrett er, hvør orsøkin til drápsroyndina var.

Grundlógaravhoyring verður í Føroya Rætti í kvøld, og maðurin verður skuldsettur fyri drápsroynd.