32 heiðursmerki í væntu

Sambært styrkismetingini skulu føroyingar rokna við 13 gullheiðursmerkjum í svimjing á Oyggjaleikunum á Álanda

Svimjing

 

Føroyingar luttaka í 47 einstaklingakappingum og níggju liðsvimjingum, og eru í løtuni styrkismett at vinna heiðursmerki í 32 einstaklingakappingum og øllum liðsvimjingum. Tað vil siga, at vit kunnu vænta okkum vinna heiðursmerki tvær ferðir fyri hvørjar tríggjar ferðir ein føroyingur kappast, og hvørja ferð tá ið eitt føroyskt lið kappast.

 

Sambært núverandi startlista vinna vit tí 13 gullheiðursmerki, 14 silvurheiðursmerki og 5 bronsuheiðursmerki í einstaklingakappingunum, umframt at okkara svimjarar koma í 10 einstaklingafinalur afturat. Av gullmerkjunum er Pál Joensen styrkismettur til seks gull.

 

Og hartil koma so tær níggju liðsvimjingarnar, har vit vegna væntandi tilmeldingartíðir ikki hava nakra beinleiðis styrkismeting, men út í frá einstaklingavánunum kunnu vænta at vinna heiðursmerki í øllum. Tað er nevniliga so, at okkara svimjarar liggja til at vinna heiðursmerki í øllum einstaklingakappingum á 50 og 100 metra teinunum uttan 100 bringu.

 

Talan er um ein breiðan hóp av óvanliga góðum føroyskum svimjarum, sum allir uttan undantak liggja til at vinna heiðursmerki í onkrari einstaklingakapping. Sjálvt tær báðar yngstu 13 ára gomlu, Birita Debes úr FLOT og Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag, sum í 50 rygg liggja til at vinna ávíkavist gull og silvur. Men størsta vónirnar eru sjálvsagt til Pál Joensen, sum er styrkismettur at vinna einar 6 gull og 6 silvur sum einstaklingur, og sum væl kann hugsast at gera minst 1 silvurheiðursmerki afturat til gull.