32 hava søkt um stuðul

Hesa vikuna verður fundur í høvuðsstaðargrunninum í Útnorðri, Nuuk-Reykjavík-Tórshavn.

Hesaferð er fundurin í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, har býráðið í Nuuk er vertur, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum umboðar høvuðsstaðin í Føroyum á fundinum.

Grunnurin játtar stuðul til mentan, undirvísing og ítrótt, og ymisk politisk evni, ið eru viðkomandi fyri høvuðstaðirnar í Útnorðri.

Í ár eru 32 umsóknir komnar til grunnin, harav níggju úr Føroyum.

Einar 300.000 krónur verða útlutaðar til tær umsóknir, ið verða mettar at lúka treytirnar fyri stuðli.

Umframt at játta stuðul, verða eisini politisk evni viðgjørd á fundinum.

Á fundinum hesuferð fara tey at viðgera nýggjari búseting við serligum atliti at, hvussu høvuðstaðirnir í Útnorðri megna at draga at sær ung fólk, ið hava nomið sær útbúgving uttanlands.

Tey fara eisini at tosa um íverkseting, har ljós verður varpað á, hvussu høvuðstaðirnir í Útnorðri megna at skapa íverksetaraumhvørvi og íverksetaraanda.

Í hesum sambandi fara serfrøðingar úr Nuuk at hava fyrilestrar, eitt nú fer formaðurin í grønlendska vinnuráðnum at greiða frá, hvussu ráðið arbeiðir fyri nýggjum vinnumøguleikum og íverksetaraátøkum.

Samstundis fera umboð úr Reykjavík og Tórshavn greiða frá, hvat verður gjørt í teirra kommunum.