32 færri lond við skattaskjóli

Seinastu fýra árini hava norðurlond gjørt avtalu við 32 lond við skattaskjóli - sum t.d. Bahamas, Cayman Island og bretsku kanaloyggjarnar.

Sohvørt sum avtalurnar verða settar í verk, økjast møguleikarnar hjá SKAT at fáa upplýsingar um skattafusk.

- Potensialið er stórt, tí vit áður fingu einki at vita frá hesum londum, um vit settu okkum í samband við tey, sigur Preben Buchholtz, sum er deildarleiðari hjá SKAT innan fíggjarligan kriminalitet.

SKAT hevur longu sent teir fyrstu fyrispurningarnar avstað, - og svarini boða frá góðum.

- Vit hava fingið upplýsingar, har vit hava fingið váttan fyri ymiskum, samstundis sum onnur viðurskifti eru óváttað. Men bæði hesi viðurskiftini hava sín týdning í okkara arbeiði, vísir hann á.

Tey fyrstu góðu úrslitini hava eggjað teimum til at halda fram á somu leið, og tí er ikki óhugsandi at 13 aðrar avtalur verða gjørdar tað næsta árið.

- Tað verður nú truplari hjá fólki at goyma stórar peninganøgdir í øðrum londum. Framyvir verður einki trygt stað eftir, har ein kann goyma pening sín, verður sagt.