32 fólk uppsøgd á Postverkinum

Postverk Føroya hevur aftur framt eitt spariumfar. Hesa ferð eru 32 fólk send til hús Í tíðindaskrivi verður sagt, at uppsagnirnar eru partur av støðugu tilgongdini at gera raksturin effektivari, og soleiðis tryggja framtíðina hjá fyritøkuni.

- Post- og flutningsvirksemið er undir stórum trýsti orsakað av nýggjum samskiftismøguleikum og avbjóðingum á KT- og teleøkinum. Seinastu tvey árini hevur postverkið havt hall, og í 2008 var undirskotið góðar tvær milliónir krónur. Framskrivingar vísa, at verður ikki okkurt munagott gjørt, fer gongdin at standa við og versna komandi árini. Tí eru broytingar neyðugar fyri at tryggja tilverugrundarlagið.

- Í øllum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við, eru post- og flutningsfeløg farin undir hesa tilgongd fyri fleiri árum síðan og eru komin væl ávegis. Í Føroyum er henda tilgongd byrjað rættiliga seint. Skotbráið er tí munandi styttri, og uppsagnirnar kennast ógvisligar, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Lagt verður afturat, at tilgongdin er farin fram í samráð við Starvsmannafelagið.