32 fólk eru nú avbyrgd

- Tey flestu eru avbyrgd heima við hús, og níggu halda til á Hotel Vágum, verður sagt í Heilsumálaráðnum.

 

- Eftir at tveir føroyingar hava fingið staðfest corona-virusið, eru nú tilsamans 32 fólk avbyrgd, verður sagt í tíðindaskrivi úr Heilsumálaráðnum í kvøld.

Tað er Lars Fodgaard Møller, landslækni, sum ger av, hvussu nógv skulu avbyrgjast.

- Mannagongin er, siga tey í Heilsumálaráðnum, at landslæknin kannar teir persónar, sum tey smittaðu hava verið í sambandi við.

- Tey flestu eru avbyrgd heima við hús, og níggu halda til á Hotel Vágum, verður lagt aftrat.