31 ára gomul undantakslóg úr gildi

Tey seinastu 31 árini hevur ein undantakslóg verið galdandi í Egyptalandi, men í dag fer hon úr gildi. Lógin varð seinast longd í 2010 við tveimum árum, men nú hevur herleiðslan boðað frá, at hesaferð verður lógin ikki longd.

Undantakslógin kom upprunaliga í gildi, tá Anwar Sadat, forseti, bleiv myrdur í oktober í 1981. Hann varð skotin undir einari hernaðarsýning í Kairo, og tað vóru islamistiskir heryvirmenn, sum stóðu fyri morðinum.

Hosni Mubarak tók við sum forseti eftir Mubarak, og hann brúkti undantakslógina til at halda andstøðuni niðri. Eitt nú kundu serligir trygdardómstólar ákæra og døma fólk.