31 ára gomul doyði á spæliplássi

Hvussu kann eitt reiggjustativ vera atvoldin til, at eitt vaksið fólk fær stativið oman yvir seg og doyr á staðnum?

Hvussu kann eitt reiggjustativ á einum spæliplássi vera atvoldin til, at ein 31 ára gomul kvinna fær stativið oman yvir seg og doyr á staðnum?

##med2##

Hetta hendi á einum spæliplássi í Ballerup í Danmark tíðliga í gjárkvøldið, og syrgiliga hendingin fór fram við íbúðirnar Baldersbo á Baltorpvej.

##med3##

Kvinnan fekk reiggjustativið, sum knappliga koppaði, í høvdið og doyði á staðnum. Enn er tó ikki endaliga greitt júst, hvussu hendingin á spæliplássinum fór fram.

Løgreglan gyrdi økið av í gjárkvøldið og gjørdi sínar kanningar, men tað verður ikki fyrr enn í morgin, at seinastu kanningarnar av sjálvum økinum verða gjørdar.

##med4##

Fleiri fólk - og eisini børn - upplivdu syrgiligu vanlukkuna, tí fleiri vóru á spæliplássinum, tá hendingin fór fram, sum kravdi mannalív.

##med5##

– Vit hava tikið hond um tey, sum vóru á spæliplássinum, og øll hava fingið tilboð um kreppuhjálp, sigur danska løgreglan við www.bt.dk.