31 ára gamli, Per Martin Gregersen, er nú borgarstjóri í Eysturkommunu. Í dag handaði fráfarni borgarstjórin, Jóhan Christiansen, Per Martini Gregersen lyklarnar til skrivstovuna í snotuliga og sermerkta býráðsbygninginum í Norðragøtu. Tað var hin 13. november, at nývalda býráðið í Eysturkommunu skipaði seg við Per Martini sum borgarstjóra og Magnusi Skoralíð sum varaborgarstjóra.
- Mín áhugi fyri býráðsarbeiði er stórur og tíðin, eg eri sloppin at snodda til býráðsarbeiði í nú farna valskeiði, hevur styrkt mín áhuga. Eg havi altíð sagt, at ætlar tú tær at gera mun á teimum økjum, tú brennur fyri, mást tú vera har, sum avgerðirnar verða tiknar.
Tað segði Per Martin Gregersen, tá vit skiftu orð við hann, eftir at hann varð valdur til borgarstjóra í Eysturkommunu næstu fýra árini. Hin 16. desember fylti hann 31 ár. Ungi avloysarin er uppvaksin í Norðragøtu og er sonur Jógvan og Sigvør Gregersen.
Pápin hevur í nógv ár verið í saltfiski og eigur saman við Jens Martini Knudsen Vaðhorn Seafood. Tað er eisini her, at nýggi borgarstjórin hevur verið í starvi sum sølu-og marknaðarleiðari, eftir at hava nomið sær útbúgving á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna og seinni eina útbúgving sum marknaðarføringøkonomur við starvsvenjing í Italia.
Umframt at vera gøtumaður, tó at honum dámar at vera róptur eysturbúgvi, nú hann er vorðin borgarstjóri í felagskommununi, hevur Per Martin Gregersen eisini ættarbond í Leirvík, haðani abbin í móðurætt er.
- Bygdirnar í felagskommununi hava eina bjarta framtíð, tí hetta eru bygdir við røskum og dugnaligum fólki, ið hava víst sínar dygdir og prógvað síni virði, bæði í vinnulívi, felagsítrótti og mentan, sigur maðurin, sum í dag fekk lyklarnar til býráðshúsini.
Per Martin Gregersen er giftur Ingu úr Fuglafirði, fødd Beder. Tey eiga synirnar, Signar Gregersen og Jóhann Gregersen.
##med2##












