Teir, sum enn eru virknir íðkarar, kunnu verða útihýstir frá OL í Rio.
Nýggjar kanningar av dopingroyndum, sum vóru tiknar eftir OL í Beijing í 2008 vísa, at 31 íðkarar, sum tá sluppu gjøgnum nálareygað, vóru dopaðir. IOC boðar frá, at teir av teimum, sum enn eru virknir, kunnu verða útihýstir frá OL í Rio í summar.
Teir 31 íðkararnir eru úr 12 ymiskum londum og kappast innan seks ymiskar ítróttargreinar.
Dopingroyndirnar, sum vóru tiknar í Peking í 2008, hava verið í varðveitslu hjá IOC í Lausanne, men eru nú kannaðar av nýggjum við nýggjari tøkni.
IOC ætlar sær eisini at kanna 250 dopingroyndir, sum vóru tiknar undir OL í London í 2012, umframt vetrar-OL í Sotji í 2014.
Slíkar dopingroyndir verða nú goymdar í 10 ár, júst fyri at tað skal vera gjørligt at eftirkanna tær við nýggjari tøkni.
- Hetta er eitt megnarálop á hesar snýtararnar, sum aldrin skulu sleppa at vinna. Enn einaferð vísir tað seg, at doparar ongastaðni kunnu krógva seg, sigur Thomas Bach, forseti í IOC.
IOC sigur, at felagsskapurin ger alt í síni makt, fyri at nú dopingtiknu íðkararnir ikki skulu sleppa at luttaka í OL í Rio í august. Enn eru hvørki nøvn ella lond hjá íðkarunum almannakunngjørd.
Fyri fáum døgum síðani skrivaði New York Times, at fleiri russiskir íðkarar, teirra millum 15 medaljuvinnarar, vóru dopaðir undir vetrarleikunum í Sotji í 2014. Russland er longu undir so sterkum illgruna fyri at skipa fyri statsstuðlaðari doping av ítróttarfólkum sínum, at landið fyribils er útihýst úr altjóða kappingum í frælsum ítrótti. 17. juni skal altjóða samgongan í frælsum ítrótti, IAAF, avgera, um Russland skal sleppa at luttaka í frælsum ítrótti í OL í Rio.