31 milliónir í yvirskoti

BankNordik hevði 31 milliónir krónur í yvirskoti í fyrsta ársfjórðingi

– Eftir eina jaliga gongd í danska virkseminum og framhaldandi effektiviseringar hevði BankNordik eitt ársfjórðingsúrslit á 52 mió. kr. fyri niðurskrivingar. Úrslitið fyri skatt gjørdist 31 mió. kr.  Tað sigur BankNordik í fráboðan í morgun, har bankin sigur soleiðis:

 

»Hóast framhaldandi harða kapping heldur leiðslan fast við væntanirnar um eitt úrslit í 2014 á 200-240 mió. kr. fyri niðurskrivingar, eingangsútreiðslur og skatt.

 

Samanløgdu rakstrarinntøkurnar hjá BankNordik-samtakinum vóru 190 mió. kr. (netto) í fyrsta ársfjórðingi 2014. Hóast hædd verður tikin fyri broytingum í árstíðarbundnum inntøkum, fekk bankin eitt sindur lægri inntøkur í ársfjórðinginum, lutvíst orsakað av áhaldandi lítlum eftirspurningi eftir nýggjum lánum og kredittum, og lutvíst orsakað av einum stórum kappingartrýsti á útlánsrentunum og harvið rentumarginalinum ikki minst í Føroyum.

 

Harafturímóti er tann jaliga gongdin í danska bankavirkseminum hildin fram í fyrsta ársfjórðingi, serliga orsakað av fyrimunaskipanini Nordik360, sum bæði heldur fast við verandi kundar og dregur nýggjar kundar til. Danska bankavirksemið hevur á henda hátt givið yvirskot síðstu fýra ársfjórðingarnar, har hesin síðsti ársfjórðingurin gav eitt yvirskot á 20 mió. kr.

 

Effektiviseringin í bankanum heldur fram og gevur lægri rakstrarútreiðslur, nevniliga 138 mió. kr. síðsta ársfjórðing. Úrslitið fyri ársfjórðingin bleiv 52 mió. kr. fyri niðurskrivingar.

 

Niðurskrivingarnar á útlánum og kredittum vóru 21 mió. kr. (netto), sum stuðlar undir væntanirnar við ársbyjran um lægri niðurskrivingar í 2014 enn í farna ári.

 

Eftir niðurskrivingar, eingangsútreiðslur og virðisjavna bleiv úrslitið hjá samtakinum 31 mió. kr. fyri skatt samanborið við 13 mió. kr. í sama ársfjórðingi í fjør.«