Eingin hevur vunnið lotto-pottin í tvær vikur, og tí er talan um dupult-jackpot til dráttin í morgin. 31 milliónir eru í pottinum til høvuðsvinningin í Lotto-dráttinum í morgin.
Hartil skrivar Danske Spil á heimasíðu sínari, at Jokarin hevur etið seg bæði stóran og feitan, soleiðis at hesin nú er 25 milliónir.
So samanlagt eru altso heilar 56 milliónir krónur, sum í løtuni standa og bíða eftir nýggjum eigara.