31. mai er altjóða roykfríur dagur

Í dag er altjóða roykfríur dagur, men í Føroyum eru ikki stórvegis tiltøk sett í verk í hesum sambandi. Fyribyrgingarráðið plagar at verða á torginum í SMS við onkrum serstakum á roykfría degnum, men í ár hevur ikki stundir verið til tess.

- Vit hava gjørt fleiri lýsingar í samband við roykfría dagin, men eingi tiltøk eru á skránni í ár, tí tað lat seg ikki gera. Men vit koma strekt aftur, sigur Brynhild Danielsen, skrivari hjá Fyribyrginarráðnum.
 
Á Tjaldurs Apoteki hava tey heldur ikki gjørt nakað serstakt burturúr degnum, men øll eru tó vælkomin at støkka inn á gólvið og fáa ráðgeving. Eisini ber til at melda seg til roykiavvenjingarskeið, ið apotekið skipar fyri av og á.