TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við teir báðar trímálsskjúttarnar hjá føroyska U21 landsliðnum, Jónas G. Djurhuus og Kjartan Johansen. Samrøðan var gjørd aftaná føroyska 31-25 (17-16) sigurin ímóti Ísrael í HM-undankappingardystinum í høllini á Hálsi í Havn.
Kjartan Johansen heldur, at 31 mál til Føroyar er góðkent. Hann ásannar, at offensiva ísraelska verjan gav teimum nakað av høvuðbrýggji fyrstu løtuna, men teir funnu móttrekk ímóti tí. Kjartan Johansen staðfestir, at Áki Egilsnes og Fríði Weyhe raktu ikki líka væl málið, sum ímóti Sveis ígjár, men hann heldur, at hann og Jónas G. Djurhuus saman við Hilmari Leoni Jakobsen funnu eitt gott samanspæl, sum gav úrslit.
Jónas G. Djurhuus ásannar, at talan hevur verið um tveir intensar dystir, men Jónas heldur ikki, at tað er minni intenst í FTZ deildini.
Kjartan Johansen hevði eitt sindur av trupuleikum at sovna aftaná rimmar sigurin ímóti Sveis ígjár, men tað ætlar hann at bøta uppá fyri at verða 100 prosent klárur til uppgávuna ímóti Finnlandi klokkan 17 í morgin.
Hilmar Jan Hansen sigur frá HM-undankappingardystinum millum Føroyar og Finnland á Rás2.










