Hetta veit danska heimasíðan tv2.dk at siga frá. Í restini av landinum lá hitin upp ímóti teimum 30 stigunum, og onkra aðrastaðni var hann eisini omanfyri. Mánadagurin bleiv harvið tann heitasti juni-dagurin í samfull fimm ár.
Heitir dagar í juni eru tó ikki óvanligir í Danmark, og heili 35 ferðir, síðani danir byrjaðu at gera hitamátingar í 1975, hevur verið heitari enn í gjár. Metið bleiv sett í 1947, tá 35 hitastig blivu máld í skugganum.