31,3 milliónir fleiri til Havnina

Lutfalsligi vøksturin í kommunuskattinum hjá høvuðsstaðarkommununi var í fjør lægri enn miðaltalið fyri alt landið

Tað runnu í fjør 31.258.123 fleiri krónur í skatti í kommunukassan hjá Tórshavnar kommunu, enn tað gjørdu í 2016.

Fyribils uppgerðin hjá Taks vísir, at kommunuskatturin í høvuðsstaðnum í fjør var 730.220.087 krónur, meðan hann í fyrra árið var 698.961.964 krónur.

Samlaði kommunuskatturin í Føroyum var í fjør 1.792.867.987 krónur. Harvið átti Tórshavnar kommuna 40,73 prosent av øllum kommunuskattinum í fjør.

 

Merkisvert er tað, at lutfalsligi vøksturin í kommunuskattinum var lægri í høvuðsstaðnum, enn hann var í miðal fyri allar kommunurnar. Miðal vøksturin fyri alt landið var 6,01 prosent, meðan hann í Havn var 4,47 prosent.

 

Í hinum kommununum í Streymoy var vøksturin lutfalsliga størri, enn hann var í Havn. Í Kvívikar kommunu var hann tó ikki so nógv størri. Har var vøksturin 4,96 prosent, sum svarar til 1.040.161 krónur.

Í Vestmanna kommunu var vøksturin 7,38 prosent, sum svarar til 3.005.902 krónur.

Í Sunda kommunu, sum hevur heimstað á Oyrarbakka, men sum er væl umboðað vestarumegin Sundalagið, var vøksturin 7,3 prosent ella 4.296.196 krónur.

 

Í teimum báðum kommununum í Vágum var vøksturin eitt vet yvir miðal fyri alt landið.

Í Vága kommunu, sum fevnir um Sandavág, Miðvág og Vatnsoyrar, var vøksturin 6,86 prosent, sum svarar til 4.786.045 krónur.

Í Sørvágs kommunu, sum fevnir um Sørvág, Bø, Gásadal og Mykines, var vøksturin 7,0 prosent, sum svarar til 2.819.793 krónur.