Í hesi vikuni og serliga í dag og í morgin fara nógvir ungdómar úr Føroyum og við kós móti Týsklandi. Tað er altjóða ungdómslegan TeenStreet, sum er á skránni næstu dagarnar. Á leguni eru omanfyri fýra túsund ungdómar í aldrinum trettan til seytjan ár. Legan verður sett í Offenburg har suðuri í Týsklandi í morgin, leygardagin 27. juli, og hon heldur fram inntil leygardagin 3. august.
Føroyingar hava í fleiri ár tikið lut á leguni, sum OM trúboðanarfelagsskapurin skipar fyri, og í dag eru 307 føroyingar á veg á TeenStreet leguna. Umfram tanáringar eru millum 20 og 30 føroyskir leiðarar. Høvuðsleiðarar í Føroyum eru Anita og Oddmar Tausen.
Legan verður sett klokkan 17 leygardagin. Ein partur av føroyska ferðalagnum fer tíðliga leygarmorgunin úr Vágum og við kós ímóti Milano. Busssferðin úr Milano og til Offenburg er roknað at vera í fýra tímar.
Ein annar partur av føroysku luttakarunum fór úr Vágum í kvøld. Seinkingar vóru í flogferðsluni, men sambært kunning á facebook bólkinum hjá TeenStreet, so komu tey til Keypmannahavnar klokkan 21, og so varð farið við bussum úr Kastrup og suður til Offenburg, har tað í dag vóru 33 hitastig!
Myndina tók Símun J. Hansen, tá ið føroysku luttakararnir fyrr í summar vóru á kunnandi fundi í Nebo á Toftum.