305 tilburðir í gjár

Í gjár vóru 305 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

634 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4.719 smittað við korona, 23 eru innløgd við korona, harav sjey eru innløgd vegna korona, og 23 eru deyð við korona í Føroyum.