Føroyskir ungdómar seta rættiliga dám á altjóða ungdómsleguna, sum í hesum døgum er í Münster í Týsklandi. Samlaða talið á luttakarum liggur um 4500, og í føroyska ferðalagnum eru 305. Legan eitur TeenStreet, og hon er ætlað tánáringum. Úr Føroyum eru omanfyri 200 ungdómar, og aftrat teimum eru leiðarar og hjálparar til ymiskar uppgávur.
Tað er ein grein av trúboðanarfelagsskapinum OM, sum nevnist TeenSteet, sum bjóðar til hesa leguna, sum á hvørjum ári er í Týsklandi um hesa tíðina, og sum føroyingar hava luttikið á fleiri tey seinastu árini. Tað eru ungdómar og tilkomnir hjálparar úr ymsum kirkjum og samkomum í Føroyum, sum í hesum døgum eru í Týsklandi.
Legan byrjaði leygarkvøldið, og hon verður liðug fríggjadagin.
Ein stórur partur av føroyska ferðalagnum fór úr Vágum og beinleiðis til Týsklands leygarnáttina. Ætlanin var, at flogfarið skuldi lætta klokkan 21 fríggjakvøldið, men orsaka av tekniskum trupulleikum var flogfarið seinkað, so tað fór ikki úr Vágum fyrrenn leygarnáttina klokkan 00.30.
Eftir føroyskum mátistokki er gott summarveður í Münster. Sunnudagin lógu hitastigini um tey 23, og sólin sá stóran part av degnum.