300.000 til Sýria

Landsstýrið letur neyðhjálp til krígsherjaða Sýria

Landsstýrið hevur gjørt av at lata 300.000 krónur til neyðhjálpararbeiðið í krígsherjaða Sýria.

 

Landsstýrismaðurin í heilsumálum umsitur játtanina til neyðhjálp. Í ár eru 500.000 krónur settar av til neyðhjálpararbeiði kring heimin. Endamálið við játtanini er at veita neyðhjálp, tá ið vanlukkur raka úti í heimi. 

 

Hjálpin verður latin í samstarvi við heimsmatvørufelagsskapin undir ST World Food Programme.

 

Í Sýria hevur borgarakríggj herjað síðani várið 2011, og sambært Sameindu Tjóðum hava fleiri enn 100.000 fólk mist lívið í stríðnum.

 

Í ár er málið hjá WFP at fáa matvørur út til 6,5 mió. menniskju, sum eru rakt av borgarakrígnum í Sýria.